Seinnapartin í dag fer Nato-aðalskrivarin Jens Stoltenberg at halda røðu fyri allari amerikansku kongressini. Hetta í sambandi við 70 ára dagin hjá Nato.
Tað er ikki vanligt, at nakar tosar við bæði kømurini í kongressini, umboðsmannatingið og senatið, samstundis. Og Stoltenberg verður fyrsti skandinavi, sum sleppur tað, skrivar NRK.
Seinastu, burtursæð frá forsetanum og hansara State of the Union-røðum, ið hava hildið slíka røðu, eru franski forsetin, Emmanuel Macron í 2018, indiski forsætisráðharrin Narendra Modi í 2016 og Frans pávi í 2015.
Í gjár hevði Stoltenberg fund við Donald Trump í Hvítu Húsunum. Á tíðindafundinum undan fundinum segði Trump forseti, at býtið av fíggjarligu byrðuni í Nato er batnað, men hann vónar, at fleiri lond vilja brúka meira pengar upp á verjuna framyvir.
Trump heldur eisini, at tað framyvir verður natúrligt, at limalondini í Nato fara at brúka meira enn tvey prosent av bruttotjóðarúrtøkuni til verjuútreiðslur.
Tað eru Nancy Pelosi, demokratisk forkvinna í umboðsmannatinginum, og Mitch McConnell, republikanskur formaður í senatinum, sum hava boðið Jens Stoltenberg at halda røðuna í dag. Pelosi hitti Stoltenberg, tá hon vitjaði í Evropa í februar.
Washington Post skrivar, at tey bæði ynskja at heiðra Nato, og sleppa undan ivanum, sum Trump forseti hevur elvt til viðvíkjandi samstarvinum í seinastuni.
Trump heldur í stuttum, at hini limalondini skulu gjalda meira, og hevur skotið upp eina skipan, kallað ”Cost plus 50”.
Sambært embætisfólkum inniber ætlanin hjá Trump, at londini skulu rinda allan kostnaðin fyri at hava amerikanskar herdeildir á teirra øki, pluss 50 prosent. Hetta merkir, at onkur limalond skulu rinda fimm ferðir so nógv, sum tey gera nú.
Trump hevur leingi ákært evropeisk lond fyri at snulta amerikanarar, og ikki átaka sær nóg stóran part av útreiðslunum. Forsetin er serliga ørkymlaður yvir, at Týskland einans brúkar 1,2 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni til verjuna.
Til sammetingar brúkar USA 3,4 prosent av eini nógv størri bruttotjóðarúrtøku. Hetta er órættvíst, heldur Trump.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald