Nato-aðalskrivarin Jens Stoltenberg sigur seg stúra fyri, at kríggið í Ukraina mennir seg til eitt stórkríggj.
Í samrøðu í sendingini Lindmo á NRK, sum Ritzau endurgevur, sigur hann, at hann stúrir fyri, at tað kann enda við einum stórkríggi millum Russland og Nato.
– Hetta er sera álvarsamt, og vit eru í einari lagnutíð fyri Evropa og harvið eisini Noregi. Endar tað galið, endar tað grúiliga galið.
Nato spælir eisini ein stóran leiklut í sambandi við kríggið. Áðrenn russisku innrásina kravdi Russland, at Nato gav teimum trygd fyri, at Ukraina ongantíð fór at kunna gerast partur av verjusamgonguni. Hetta noktaði Nato tó at gera.
At Ukraina, sum er grannaland hjá Russlandi, kom uppí Nato hevði sambært russum hótt trygdina hjá Russlandi.
Nato-aðalskrivarin, sum í tveimum umførum var norskur forsætisráðharri, og russiski forsetin, Vladimir Putin vórðu báðir nývaldir stjórnarleiðarar í ár 2000, og tá var tað ein øðrvísi Putin, sum sat við valdið, sigur Stoltenberg.
– Tá hann var nývaldur forseti í 2000 var hann semjusøkjandi og ynskti at samstarva við Vesturheimin. Tann nýggi Putin er nógv meira ágangandi og sigur søgur, sum ikki eru sannar, sigur hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald