Jens Stoltenberg, sum 1. oktober fór frá sum aðalskrivari í verjusamgonguni Nato eftir tíggju ár í sessinum, gevur komandi ár út endurminningar um tíðina í Nato.
Tað er forlagið Gyldendal í Noregi, sum stendur fyri útgávuni av bókini, sum eftir ætlan verður tøk á heysti 2025. Sambært forlagnum eru rættindi til bókina, sum hevur arbeiðsheitið "På min vakt" longu seld til níggju lond.
Í bókini greiðir Stoltenberg frá um tíðina sum Nato-aðalskrivari frá 2014 til 2024.
– Hetta er mín frásøgn um, hvussu tað hevur verið at standa á odda fyri valdmiklastu verjusamgonguni í eini lagnutíð fyri okkara trygd, sigur Stoltenberg í tíðindaskrivi frá Gyldendal.
Millum evnini, sum verða viðgjørd í bókini, eru kríggið í Ukraina, virksemið hjá Nato í Afganistan, samstarvið við Donald Trump og sambandið við Russland og Kina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald