Mentan

Stór 20 ára jubileumskonsert og Faustix

Í kvøld vera fyrstu konsertirnar á Summar Festivalinum

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-08-08 12:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Summar Festivalurin byrjar í dag. Byrjað verður við lívligari og litríkari skrúðgongu  úr Klaksvíksgarðinum og heim í Silvaland klokkan 15.

Fyrsta konsertin í kvøld verður á Torginum klokkan 19, tá ið Maria Ronnisdóttir á Heygum fer at framføra.

Klokkan 22 verður stór 20 ára jubileumskonsert hjá Summar Festivalinum á Vágsbøi. Tá fara umleið 20 sangarar og tónleikarar at framføra. Eitt nú skulu Paul Watchorn, Lena Anderssen, Ingi Poulsen, Jørgin Dahl, Guðrið Hansdóttir og Karl Martin Samuelsen syngja.

Klokkan eitt í nátt fer Faustix at undirhalda við elektroniskum tónleiki á Vágsbø.

Í kvøld spæla eisini Kim Hansen, Finnur Koba, Son of Fortune og Danny Baldursson.

Skráin hósdag:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder