Uttanlands

Stór atgerð móti yvirgangi í Danmark í dag

Fleiri fólk handtikin, undir illgruna fyri at hava ætlanir um yvirgangsatsókn

2023-12-14 09:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Danska løgreglan hevur fyrrapartin fram eina umfatandi atgerð til tess at forða fyri yvirgangi í Danmark.

Tað upplýsir løgreglan í Keypmannahavn í tíðindaskrivi.

Her verður upplýst, at løgreglan hevur illgruna um, at fyrireikingar hava verið um at fremja eina yvirgangsatsókn. Annars fer løgreglan ikki út í smálutir við málinum.

Fleiri fólk eru handtikin í málinum.

Stiften.dk veit at siga, at eisini løgreglan í Aarhus hevur verið við í atgerðini, og hevur framt eitt átak í Gellerupparken í Aarhus-forstaðnum, Brabrand.

Tíðindaskrivið sigur einans, at “fleiri løgregludømi” hava verið við í atgerðini. Heldur ikki verður nakað sagt um, hvussu nógv fólk eru handtikin.

Løgreglan og fregnartænastan fer seinnapartin at kunna miðlarnar um málið, verður sagt. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder