Innanlands

Stór bilasølustevna í Trongisvági um vikuskiftið

Fleiri bilasølur og aðrir handlar eru við á sølustevnuni í ítróttarhøllini í Trongisvági

2021-05-05 18:51 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Um vikuskiftið verður tann afturvendandi sølustevnan, sum Tvøroyrar nýggjársnevnd skipar fyri á hvørjum ári.

Opið verður leygardagin og sunnudagin frá kl. 14 til kl. 20 báðar dagar.

Eins og undanfarin ár eru fleiri bilasølur við. Fleiri aðrir handlar og fyritøkur koma norðaneftir eins og handlar úr Suðuroy eru við.

Flottasti bilur í Suðuroy skal finnast
Tað verður okkurt hjá børnum at fara til, tí í skúlagarðinum eru hoppiborgir at stuttleikar sær við.

Hesar bilasølur eru við: BergMotors, Bilasølan, NordBil, NordCar, Tesla Import og Wenzel.

Hesir handlar og fyritøkur luttaka eisini: JSS, Okulus Optik, Kaj Andreasen, Rent a bike/outdoors, WestClear, Aktiv, Vørðslan, Bilreins, Dj-Enni, Rosah, MP-Teknik, Dia Jacobsen (Tattoo) og Suðuroyar Sparikassi.

Leygardagin undirheldur Ingi Poulsen kl. 17 og sunnudagin kl. 17 undirheldur Eyðun Nolsøe. Eisini verður andlitismáling í høllini. Møguleiki er at fáa hol í oyruni í básinum hjá Nadyu Eyðunsdóttur og hjá Silju Egholm er møguleiki at fáa flættur og lit í hárið.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder