Í gjár kom tað fram, at fleiri pengar skulu játtast til nýggja H-bygningin á Landssjúkrahúsinum. Hetta upplýsti landsstýrismaðurin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, tíðliga í gjárkvøldið á tingsins røðarapalli tá uppskotið um fíggjarlóg fekk var undir fyrstu viðgerð. Tað skrivar Kringvarpið.
Talan er eina stóra eykarokning. Fyrr í ár gjørdist greitt, at H-bygningurin fór at kosta í minsta lagi 80 milliónir meira enn ætlað. Kaj Leo Holm Johannesen segði í gjár, at tað skulu 21 milliónir krónur í eykajáttan í ár, og nú allar rokningarnar eru komnar, sæst at nýggi bygningurin verður heili 152 milliónir dýrari enn upprunaligi prísurin var. Nýggi bygningurin á Landssjúkrahúsinum skuldi kosta 446,8 milliónir krónur.
Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, segði í Degi og Viku í gjárkvøldið, at tølini verða nú útgreinaði, men tað er greitt ein so stór upphædd fer at binda fíggjarlógina í fleiri ár. Hann segði, at hann var skelkaður av upplýsingunum.
Uppskotini um fíggjarlóg fyri næsta ár og eykajáttanarlóg fyri september eru farin í figgjarnevndina til viðgerðar, skrivar kvf.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald