Innanlands

Stór ferðavinnumessa byrjar í morgin

Fleiri hundrað ferðasmiðir koma til Føroya at vera við á messuni

2019-09-23 14:57 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Árliga ferðavinnumessan Vestnorden verður hildin í Havn týsdagin og mikudagin í hesu vikuni.  Á messuni hittast fleiri hundrað keyparar, seljarar og onnur innan ferðavinnu úr øllum heiminum. Føroyar, Ísland og Grønland skiftast um at skipa fyri, og Føroyar eru vertir fjórða hvørt ár.

Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, sigur:

- Vestnorden er einasta ferðavinnutiltakið, sum burturav setur fokus á londini í útnorðuri, tað vil siga Grønland, Ísland og Føroyar. Hetta er tí eitt frálíkt høvi at gera vart við hesi londini sum ferðamál yvirfyri ferðasmiðjum úr øllum heiminum. Tað er altíð serstakt fyri okkum, tá Føroyar eru vertir, tí vit fáa eina røð av útlendskum ferðasmiðum til Føroyar, sum kanska ikki selja Føroyar frammanundan, og tí er hetta eitt gott høvi at vísa teimum, hvat okkara oyggjar hava at bjóða.

Setanin av Vestnorden verður í Høllini á Hálsi í morginárið. Nýggi landsstýrimaðurin við vinnumálum, Helgi Abrahamsen, setir messuna. Stjórar á ferðaráðunum í Grølandi, Íslandi og Føroyum leggja fram um teirra lond. Síðani verður ein tíðindafundur. Klokkan 10 byrja fundir, har seljarar úr teimum trimum londunum fara at hitta keyparar úr øllum heiminum. Seinnapartin fara luttakararnir at ferðast kring landið við føroyskum ferðaleiðarum. Kunningarstovurnar kring landið skipa fyri túrunum. Endamálið er at vísa luttakarunum so nógv av landinum sum gjørligt. Um kvøldið er móttøka í Sjóvinnuhúsinum, sum Tórshavnar Kommuna stendur fyri. Mikudagin eru fundir á skránni allan dagin áðrenn Vestnorden endar við einum døgurða á Hotel Føroyum um kvøldið. 

Tað er Visit Faroe Islands, saman við 62N, sum skipar fyri tiltakinum í Føroyum. Vestnorden er fyri innbodnum úr ferðavinnuni.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder