Eitt ferðamannaflogfar hjá Azerbaijan Airlines er tíðliga í morgun okkara tíð dottið niður í býnum Akatu í Kasakstan. Tað var ávegis frá høvuðsstaðnum Baku til Grosnij i Tjetjenien
Sambært flogfelagnum eru 28 fólk, sum yvirlivdi. Av teimum eru 22 førd á sjúkrahús. 67 fólk vóru umborð, upplýsir Azerbaijan Airlines.
Havið eru eftir øllum at døma millum 30 og 40 deyð av flogvanlukkuni í Kasakstan jólamorgun.
Tað eru millum annað russiskir miðlar sum TASS, ið hava skrivað um vanlukkuna. Síðani hava nógvir vesturlendskir miðlar endurgivið og eisini fingið fatur á fleiri upplýsingum.
BBC skrivar millum annað, at neyðlending varð gjørd heilt stutt frá kasakstanska býnum Aktau. Tað varð ført hendan vegin vegna nógvan mjørka.
Eldur kom í Embraer 190 flogfarið, tá tað neyðlendi við høgari ferð og frá myndum hjá BBC sæst, at flogfarið mestum fór í helvt.
Hetta vísir videobrot sum danska TV2 hevur fingið fatur á eisini. Bæði BBC og TV2 hava roynt at fingið fatur á Azerbaijan Airlines, men tað er ikki eydnast enn. Tað er ikki heilt greitt enn, hví neyðugt varð hjá flogfarinum at neyðlenda. Ein kanning er longu sett í verk.
Myndir: EPA
GG: Tað er framvegis ein ávís óvissa um øll tølini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald