Innanlands

Stór flogvanlukkuvenjing í Vágum

Fólk verða biðin um at halda seg burtur frá venjingarøkinum, har tað er nógvur roykur og nógv ferðsla. Eisini verða fólk biðin um at vísa varsemi á vegastrekkinum frá Bíggjarvegnum niðan til Vatnsoyrar

2022-09-20 17:59 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Vága Floghavn og løgreglan boða frá, at ein stór venjing er júst farin í gongd við Bíggjarvegin í Sørvági, við luttøku av fleiri tilbúgvingarakførum, tyrlum og skipum.

Fólk verða biðin um at halda seg burtur frá venjingar økinum, har tað er nógvur roykur og nógv ferðsla. Eisini verða fólk biðin um at vísa varsemi á vegastrekkinum frá Bíggjarvegnum niðan til Vatnsoyrar, har nógv ferðsla verður við akførum sum luttaka í venjingini.

Í sambandi við venjingina er Bíggjarvegurin stongdur á strekkinum frá Skúlavegi í Sørvági til Bíggjar í tíðarskeiðnum frá kl. 16.45 til 19.30 meðan venjingin er í gongd.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder