Innanlands

Stór føroysk nøvn í Løkshøll á Mentanarvikuni

Tað byrjar við JASMIN og Joe & The Shitboys. Síðani verður Musikkstevnan, og í døgunum eftir tað: Eivør og Kári P

Eivør Pálsdóttir verður høvuðsnavnið í Løkshøll leygarkvøldið 1. mai (Mynd: Jens Kr. Vang)

Eivør Pálsdóttir verður høvuðsnavnið í Løkshøll leygarkvøldið 1. mai (Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-03-31 15:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mentanarvikan í Runavíkar kommunu byrjar flaggdagin og heldur á eina viku við eini ørgrynnu av tiltøkum, har tónleikur fyllur nógv, við konsertum og framførslum kring alla kommununa.

Tey størru konserttiltøkini verða savnaði í Løkshøll, og byrjað verður við einari dupultkonsert longu hóskvøldið 29. apríl, har JASMIN Joe & The Shitboys fara at syngja og spæla. 

Dagin eftir, fríggjadagin 30. apríl, verður árliga Musikkstevnan - ein konsert við teimum 8 horn- og harmoniorkestrunum kring landið. Leygardagin verður høvuðsnavnið føroyskt í mun til danskt, sum tað hevur verið seinastu árini

- Í eini roynd at hava eitt høvuðsnavn, hava vit undanfarin ár kunna bjóða konsertir við Bubbi Morthens (2018) og TV·2 (2019), og í ár hava vit leita innan egin landamørk, og hava funnið nakað av tí besta, vit eiga til leygadagin 1. mai. Við sínum serstaka og ektaða stíli hevur Eivør staðið á palli kring allan heim og bergtikið fjøld oman á fjøld, og er í løtuni fløguaktuell við útgávuni SEGL. Nakrar konsertir vóru í Norðurlandahúsinum, har ummælari skrivaði:

"Eivør-konsertin er meira enn flottur sangur og tónar framførdir av landsins dugnaligastu tónleikarum. Eivør er so nógv meira enn tað. Tað eru litirnir, flotta ljósseting, perfekta ljóðið og vinsæla aura Eivarar, ið skapa eina heilstoypta uppliving"

Soleiðis skrivar Løkshøll og Runavíkar kommuna á heimasíðu sínari. Eivør hevur eina konsertferð fyri framman við omanfyri 30 framførslum, men áðrenn tað ber til at upplivað Eivør á palli í Løkshøll við sterkum bólki, mannaður av Mikael Blak, Per Ingvaldi Højgaard Petersen og Mattiasi Kapnas.

Sunnudagin 2. mai verður møguleiki at uppliva troubadurin Kára P,  saman við bólki

- Sum yrkjari, sangsskrivari, týðari og sangari hevur Kári P verið millum okkara fremstu til at lýsa samtíðina, samstundis sum útgávur hansara hava ein tíðarleysan dám. Kári P er eisini útgávuaktuellur, tí hóast nógv vatn er runnið í ánni síðan Vælferðarvísur kom út í 1978, kom LP-plátan á marknaðin t. 5. mars 2021. Á plátuni luttaka, umframt áleið 40 aðrir tónleikarar og sangarar, Finnur Hansen flygil og Edvard Nyholm Debess bass, og á Mentanarvikuni hoyra vit teir sum trio.

Boðað verður frá, at fyribils er talið av atgongumerkjum avmarkað sambært almennu tilmælunum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder