2019-08-27 10:59
Seinast vit frættu frá grindini, sum fyrr í morgun varð funnin millum Skopun og Hest, lá grindin framvegis í sama stað.
- Eg havi tosað við bátin, sum fann grindina. Teir siga, at grindin liggur spjadd, men at hon er stór, yvir hundrað hval, greiðir Karl Johansen, sýslumaður frá.
Seinast hann frætti vóru bert tveir bátar hjá grindini
Hann sigur, at enn er ógreitt hvat verður gjørt við grindina.
- Tað veldst eitt sindur um, hvat grindin sjálv vil. Men teir søgdu seg ætla at gera eina roynd at reka grindina inn um Hestoynna. Tað rekur norðureftir í Hestfirði, og so er møguleiki at reka hana norður á Leynar, sigur Karl Johansen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald