
Fyri løtu síðani kom fráboðan um, at ein grind varð at síggja norðanfyri. Karl Johansen, sýslumaður, sigur við Portalin, at talan var um eina stóra grind, ið var spjadd. Bólkurin svam 12 fjórðingar eystur úr Fugloynni.
Av tí at liðið er út á seinnapartin, og grindin er so langt burturi frá landi, so varð avgerð tikin um, at einki verður gjørt við grindina. Hetta kunnaði grindaformaðurin í Hvannasundi Karl Johansen um, ið eisini hevði tosað við onkran annan persón á staðnum, ið er samdur.
- Tað verður mett, at tað verður myrkt áðrenn man sleppur framat, og til ber at byrja at reka, sigur sýslumaðurin við Portalin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald