Uttanlands

Stór grind gjørt landgongd í Tasmania

Helmingurin av hvalunum var á lívið, tá teir vórðu funnir

2022-09-21 17:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Um 230 grindahvalir vórðu í gjár funnir á eini oydnari strond á vestursíðuni av avstralsku oynni, Tasmania, har teir høvdu gjørt landgongd.

Helmingurin av hvalunum var mettur enn at vera á lívi, tá komið varð fram á teir. Farið varð straks í gongd við at royna at bjarga hvalunum, sum enn vóru á lívi, skrivar BBC.

Hvalirnir gjørdu landgongd á eini strond nærhendis tronga munnan til fjørðin, ið kallast Macquarie Harbour.

Týsdagin vóru 14 ungir avgustar funnir deyðir á eini strond á King Island, sum liggur skamt norðan fyri Tasmania.

Íbúgvar á staðnum hava roynt at hildið strandaðu grindahvalunum á lívi við at pakka teir inn í teppir og halda teir vátar, meðan bíðað hevur verið eftir hjálp. Men tað er ikki so lætt, tí strondin liggur rættiliga fjart frá bygdum øki.

Á Tasmania undrast tey framvegis yvir, hvussu tað ber til, at so nógvir hvalir gera landgongd á teirra leiðum. Serliga tí at Tasmania er ein risastór oyggj, og tí áttu hvalirnir at kunna lagt merki til, at land er fyri framman. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder