Innanlands

Stór kenslulig krøv til umsorganarstarvsfólk

Gransking vísir, at hesi starvsfólk í størri mun enn onnur eru í vanda fyri umsorganarmøði og at brenna út vegna arbeiðið

Sálarfrøðingarnir Annika H. Davidsen og Súsanna O. Skaale hava gjørt kanning við  føroyskum umsorganarstarvsfólki. - Eitt trygt, stuðlandi og umsorganarfult arbeiðsumhvørvi er avgerandi fyri dygdina í arbeiðinum

Sálarfrøðingarnir Annika H. Davidsen og Súsanna O. Skaale hava gjørt kanning við føroyskum umsorganarstarvsfólki. - Eitt trygt, stuðlandi og umsorganarfult arbeiðsumhvørvi er avgerandi fyri dygdina í arbeiðinum

2025-03-19 15:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Granskingarráðið: Eitt trygt, stuðlandi og umsorganarfult arbeiðsumhvørvi er avgerandi fyri dygdina í arbeiðinum hjá umsorganarstarvsfólkum, og tað má tí raðfestast av teimum, sum avgera karmarnar fyri hesum arbeiði.

Tað er ein av niðurstøðunum í eini kanning, sum Annika H. Davidsen og Súsanna O. Skaale, sálarfrøðingar, hava gjørt um kensluligu krøvini hjá føroyskum umsorganarstarvsfólki.

Kanningin er gjørd í samstarvi við Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og hevur fingið stuðul frá Granskingarráðnum.

Stór kenslulig krøv

Kensluligu krøvini, ið sett verða umsorganarstarvsfólki, eru ofta stór. Gransking vísir, at hesi starvsfólk í størri mun enn onnur eru í vanda fyri umsorganarmøði og at brenna út vegna arbeiðið.

Samstundis eru avbjóðingar við starvsfólkatroti á umsorganarøkinum kring allan heim, eisini í Føroyum, tí talið á føroyingum, ið hava tørv á professionellari umsorgan, er vaksandi. Hetta er ein avbjóðing – ikki bert hjá teimum, ið hava tørv á umsorgan, men eisini fyri heilsuna hjá umsorganar­starvsfólki.

Endamálið við kanningini hjá teimum báðum sálarfrøðingunum var at fáa innlit í, hvussu kenslulig krøv í arbeiðinum hjá sjúkrarøktarfrøðingum ávirka tey og teirra orku at framhaldandi veita umsorgan í teirra arbeiði. Endamálið var eisini at savna vitan um, hvat verður gjørt fyri at handfara hesi krøv.

Krevjandi og meiningsfult

Kanningin kemur eisini til ta niðurstøðu, at tað, sum er kensluliga krevjandi í arbeiðinum hjá sjúkrarøktarfrøðingum, eisini er gevandi og meiningsfult. Kensluligt engagment er ein treyt í starvinum, og tað er eisini ein treyt at kunna seta egnar kenslur til viks í ymiskum arbeiðsstøðum. Men áhaldandi at royna at stýra kenslum við skynsemi er ikki ein gagnlig ella langtíðarhaldfør loysn til at handfara kenslulig krøv.

Ein langskygdur og burðardyggur háttur at ansa eftir heilsuni hjá umsorganarstarvsfólki er at skapa forum, har starvsfelagar hittast regluliga og venda truplum støðum.

Úrslitini av kanningini um kenslulig krøv í umsorganararbeiði vórðu løgd fram á aðalfundi hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, sum var í vikuskiftinum. Til ber at lesa frágreiðingina her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder