Mentan

Stór kórstevna og kórkonsert í Klaksvík leygardagin

19 kór framføra á Varpinum og stóra felagskórið leggur fyri við at framføra nøkur verk undir leiðslu av bretska kórleiðaranum, Michael Bawtree. Byrjað verður klokkan 16.30

Ein dómsnevnd skal meta um avrikini hjá kórunum, ið koma ymsastaðni frá í landinum

Ein dómsnevnd skal meta um avrikini hjá kórunum, ið koma ymsastaðni frá í landinum

2024-04-10 13:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Um vikuskiftið verður kórstevna í Varpinum í Klaksvík. Har skulu 19 kór framføra/kappast.

Ein dómsnevnd skal meta um avrikini hjá kórunum, ið koma ymsastaðni frá í landinum. Fyrireikarar boða frá, at dómsnenvndin skal taka støðu til fýra ting hendan legardagin:

A: Intónatión: Stig verða givin fyri intónatión pr. sang

B: Ljóðgóðska hjá kórinum: Stig verða givin fyri eina heildarmeting av hvussu kórið ljóðar.

C: Tulking: Stig verða givin fyri hvussu kórið tulkar tey einstøku kórverkini.

D: Heildarmeting: Stig verða givin fyri eina heildarmeting av framførsluni tað er t.d. úttrykk, koreografi, útstráling osfr.

Í samband við kórstevnuna 2024 verður eisini ein konsert í Varpinum leygardagin 13. apríl.

Hon byrjar klokkan 16.30. Tað er stóra felagskórið, sum leggur fyri við at framføra nøkur verk, undir leiðslu av kenda bretska kórleiðaranum, Michael Bawtree.

Kórini sum eru teknaði til kórstevnuna eru hesi:

Suð, Vágakórið, Vestmanna Sangkór, Tórshavnar Manskór, Glymur, Ljómur, Eystanljóð, Fuglafjarðar Sangkór, Stranda Sangkór, Klaksvíkar Manskór, Xperiment, Havnarkórið, Tórshavnar Kamarkór, Gøtu Kirkju Ungdómskór, Brak, Tarira, Silvitni, Morgunkórið, Kórið í Christianskirkjuni.

Atgongumerki fáast á atgongumerki.fo.




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder