Hóskvøldið 7. mars verður kvøldseta á Skúladeplinum í Suðuroynni. Skúlin í Hovi letur dyrnar upp og hevur ymiska kunning, frágreiðingar og framførslur á skránni.
Heimasíðan sudurras.fo skrivar, at nakrir næmingar fara at greiða frá spennandi summarskúla í Grønlandi, meðan aðrir næmingar greiða frá túri við Nordplus til Riga.
Umsóknarfreistin til at byrja í skúla eftir summarferiuna nærkast - er miðskeiðis í mars - og til kvøldsetina hóskvøldið, verður møguleiki at fáa kunning um útbúgvingarmøguleikar á Miðnám í Suðuroy og Heilsuskúla Føroya.
Ásgerð Stenberg Olsen hevur tónleikaframrørslu - byrjað verður klokkan 19.00.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald