Innanlands

Stór leiting í Vágum

Bæði bjargingartyrlan og bjargingarbáturin Sverri eru við í leitingini sum er í økinum við Trælanípuna. Leitað verður eftir einum persóni, skriva miðlar

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-10-07 11:27 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Stór leiting er í morgun sett í verk í Vágum. Jn.fo og Vp.fo skriva, at tað er ein kvinna, ið leitað verður eftir.

Á løgreglustøðini í Havn fáa tey einki sagt enn, vóru boðini tá vit prátaðu við vakthavandi fyri løtu síðani.

Bjargingartyrlan hjá Atlantsflog og bjargingarbáturin Sverri eru við í leitingini, sum fer fram í økinum við Trælanípuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder