Mentan

Stór listaframsýning við Løkin um páskini

Umleið 120 listaverk verða sýnd fram í Skúlanum við Løkin í Runavík báðar páskadagarnar. NSÍ Stuðlar hava tikið stig til framsýningina, og millum listafólkini eru fleiri av okkara kendu

Nú taka NSÍ Stuðlar táttin uppaftur, og sostatt verður stór listaframsýning í Skúlanum við Løkin báðar páskadagarnar - 31. mars og 1. apríl. Báðar dagar verður opið frá klokkan 14 til 20.

Nú taka NSÍ Stuðlar táttin uppaftur, og sostatt verður stór listaframsýning í Skúlanum við Løkin báðar páskadagarnar - 31. mars og 1. apríl. Báðar dagar verður opið frá klokkan 14 til 20.

2024-03-27 12:38 Author image
Innsent
placeholder

Í mong ár var listaframsýningin í Runavík fastur táttur hvørjar páskir. Tað var Lions Club Eysturoy, ið skipaði fyri í meira enn 30 ár, men seinnu árini hevur eingin framsýning verið.

Nú taka NSÍ Stuðlar táttin uppaftur, og sostatt verður stór listaframsýning í Skúlanum við Løkin báðar páskadagarnar - 31. mars og 1. apríl. Báðar dagar verður opið frá klokkan 14 til 20.

Tilsamans sýna eini 30 listafólk fram um 120 listaverk, og millum listafólkini eru so kend nøvn sum Livar Nysted, Øssur Mohr, Kári Svensson, Anna Mohr, Finnleif Mortensen.

Tá ið framsýningin letur upp 1. páskadag klokkan 14, fer Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, at flyta fram røðu og seta framsýningina, sum eisini er søluframsýning.

Til ber eisini at vinna sær ein málning, umframt at keypa sær okkurt at drekka og til matna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder