Innanlands

Stór norðurlendsk ráðstevna um læraraútbúgvingar

Í døgunum 2. til 5. mai fara uml. 250 luttakarar úr Noregi, Svøríki, Danmark, Finnlandi, Føroyum, Grønlandi og Íslandi at luttaka á ráðstevnuni á Námsvísindadeildini á Setrinum

Námsvísindadeildin á Fróðskaparsetri Føroya verður karmur um ráðstevnuna (Savnsmynd)

Námsvísindadeildin á Fróðskaparsetri Føroya verður karmur um ráðstevnuna (Savnsmynd)

2022-04-24 16:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í døgunum 2. mai til 5. mai verður stór norðurlendsk ráðstevna um læraraútbúgvingar á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya

Høvuðsevnið á ráðstevnuni er “Innovatión í undirvísing og læring”, og endamálið við ráðstevnuni er at styrkja norðurlendskt samstarv og sínámillum vitanarútbýting við støði í gransking, royndum og praksis á økjum, sum eru viðkomandi fyri læraraútbúgvingar.

Málbólkurin fyri ráðstevnuna eru granskarar og undirvísarar á læraraútbúgvingum í Norðurlondum, og umleið 250 luttakarar verða við á ráðstevnuni, umboðandi Noreg, Svøríki, Danmark, Finnland, Føroyar, Grønland og Ísland, skrivar heimasíðan hjá Fróðskaparsetrinum.

Fyrsta Norðurlendska Læraraútbúgvingarráðstevnen varð hildin í 1991, og síðani hevur tað verið siðvenja at halda slíkar ráðstevnur annaðhvørt ár í einum av Norðurlondunum. Seinast Føroyar vóru ráðstevnuvertir, var í 2006. Ráðstevnan í ár verður tann 16. av hesum slagnum.

Millum føroysku luttakararnar á ráðstevnini eru tey, sum dagliga starvast á Námsvísindadeildini og sum varða av føroysku læraraútbúgvingini. Harumframt eru umboð fyri eitt nú Magistarafelagið og Føroya Lærarafelag boðin við. Nógv tann størsti parturin av luttakarunum eru tó útlendingar.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder