Eftir ein hósdag, har veðrið skifti frá gráum regni til sól, hita og strondveitslu, er G! Festivalurin til reiðar at bjóða enn ein minniligan dag.
Les umrøðu av degnum í gjár: Ibiza-stemningur í Syðrugøtu
Tónleikurin, felagsskapurin og góða lagið settu veruliga sín dám á hósdagin. Fólk hugnaðu sær á sandinum og á sjónum við sauna og hitapottum. Sólin og vesturskinið gjørdu dagin til eina ógloymandi vakra byrjan upp á festivalin, siga fyriskipararnir.
(Mynd: Jens Kr. Vang)
Klokkan 11 byrjaðu tiltøk við kjaki og práti í Fjósinum, og í Tøting verður croquis tekni verkstova við livandi modelli. Tónleikurin byrjar í Fjósinum klokkan 16 við kvinnukórinum Silvitni.
Millum best umtóktu nøvnini á skránni í dag eru uttan iva Highasakite og okkara egna superstjørna, Eivør.
Onnur hæddarpunkt eru gravarmálmstónarnir frá Hamferð, og dansivinarligi afro-popparin JJ Paulo, punkstjørnuskotið Agat, plátuskravarin DJ Quien úr Bolivia, sum býr í Berlin, umframt legendurnar úr Plúmm, FMA vinnarin Dania O. Tausen, Føroya heitasta soppasúpan Aggrasoppar, hungaligu heims-fólkatónarnar frá Himmerland, Songs From Tin Pan Alley, Alias Morera við Filipi Mortensen, og skotski klaksvíkingurin James Blames.
Nýggja staðið Rönn verður eisini karmur um fleiri tiltøk, harundir eitt bókmentatiltak hjá forlagnum Eksil, eitt mat-tiltak við sjógæti og nátturúvíni, og frá kl 20 til 02 ein cigar- og whiskeybarr, ið verður kalla RÖYK.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald