placeholder
Innanlands

Stór oljudálking á Eystaru vág: Misti 1.600 - 2.000 litrar av olju

Talan var um eitt fiskiskip, sum hevði bunkrað dieselolju. Hetta fær mest sannlíkt stóra bót fyri dálkingina.

2026-09-04 08:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinnapartin hósdagin fór ein rúgva av olju á sjógv við Eystaru vág í Havn.

Løgreglan boðar í morgun frá, at umleið 1.600 - 2.000 litrar av dieselolju fóru á sjógv. 

Hetta var í samband við, at eitt fiskiskip hevði bunkrað.

Tað er ikki greitt, hví dieseloljan fór á sjógv. Men talan er um stóra dálking, og hetta fer sambært løgregluni at hava stóra bót við sær. Hetta er nakað, ið Umhvørvisstovan umsitur, men talan er um stóra sekssiffraða upphædd.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder