
Aftur í ár bjóðar samkoman Keldan í Skálafirði til stóra páskastevnu. Júst í ár eru tað 20 ár síðani páskastevna fyrstu ferð var í verandi samkomubygningi.
Heitið fyri páskastevnuna í ár er “Ein samkoma, fleiri ættarlið” og endurspeglar hetta heitið júst hvat kemur at fara fram á páskastevnuni. Her verður nakað til øll ættarliðini. Talan verður um 10 ymisk møtir og 6 barnamøtir.
Til hesa stevnu hava vit 5 ymiskar talarar, – teir eru Pauli Høj, Búgvi V. Olsen, Ólavur Jacobsen og Fríði Sigurðsson, sum allir standa í leiðslu í Kelduni, og so verður norðmaðurin Mats-Ola Ishoel eisini við.
Mats-Ola hevur verið pastorur í Word of Life Centre í Moskva í Russlandi síðani 1997. Samkoman telur í dag fleiri enn 6.000 limir. Umframt tað, er hann leiðari fyri Churches of Faith Russian Association of Christians of Evangelical Faith – ein felagsskapur við fleiri enn 400 karismatiskum samkomum í Russlandi. Hann og konan fluttu úr Noregi til Russlands í 1996 at tæna russum.
Tað verður eisini høvi at hoyra góðar framførslur til fleiri av møtunum við Lilju Klein Joensen, Lisu Frederiksberg og døtrunum Rakul og Silju, Mariu á Lakjuni Djurhuus, og Randi Ishoel, kona Mats-Ola.
Meiri kunning um páskastevnuna fæst við at fara inn á www.paskir.fo. Hetta er heimasíðan, sum er gjørd til høvið.
Keldan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald