Innanlands

Stór ráðstevna um norðurlendska gransking i krabbamein í Føroyum

Í heyst skipar Association of the Nordic Cancer Registries (ANCR) fyri stórari ráðstevnu í Føroyum, um krabbameinsgransking í Norðurlondum

Ráðstevnan verður á Hotel Føroyum í september (Savnsmynd)

Ráðstevnan verður á Hotel Føroyum í september (Savnsmynd)

2022-03-13 13:35 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Granskarar fara at greiða frá sínum úrslitinum, eins og postarar við ymsum granskingarevnum verða sýndir fram. Afturat hesum er ráðstevnan ein møguleiki hjá teimum starvsfólkunum, sum arbeiða við at viðlíkahalda databasurnar, at møtast og fáa fakliga inspiratión umframt at læra um nýggjar mannagongdir og royndir frá hinum londunum.

Norðurlond skráseta krabbameinstilburðir í eina felags skrásetingarskipan, NORDCAN, har tað ber til at samanbera gongdirnar innan ymisk sløg av krabba í teimum ymsu londunum.

Ráðstevnan er á hvørjum ári í einum av Norðurlondunum. Í fjør átti hon at vera í Keypmannahavn, men var avlýst orsakað av korona. Í ár verður hon á Hotel Føroyum í døgnum 14- 16 september. Væntandi vera áleið 100 luttakarar úr ymsu Norðurlondunum á ráðstevnuni.

Skráin kann síggjast her.

Sjúkrahúsverkið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder