Mikukvøldið 3. apríl klokkan 19.30 verður stórt sangtiltak við Stranda sangkóri í bygdarhúsinum á Strondum.
Hetta skrivar Sjóvar kommuna á heimasíðu sínari skírisdag.
Sangur fer sjálvandi at fylgja nógv á Strondum mikudagin, men annað verður eisini á skránni.
- Á kvøldinum verður dentur lagdur á nógvan og góðan felagssang, umframt at staðbundin fólk fortelja skemtisøgur. Eisini framførir Stranda sangkór hugtakandi og góðar sangir, sum tey hava vant í vetur.
Møguleiki verður eisini at fáa millum annað lagkøku og kaffi til tiltakið, sum er ókeypis.
Heimasíðan sjovar.fo skrivar, at løtan verður í stóra sali, so tørvur er á stórari fjøld fyri á fáa felagssangin á flog.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald