Mentan

Stór seyðasýning í Kvívík í morgin

Sýnarar úr Suðuroy byrja klokkan 13 - almenna tiltakið í Seyðahúsinum hjá Ognarhaganum á Símunarbrekku

Virðislønir vera latnar fyri fýra ymisk ting

Virðislønir vera latnar fyri fýra ymisk ting

2024-10-18 14:46 Author image
Innsent
placeholder

Í morgin, leygardagin 19. oktober 2024, verður seyðasýning í Kvívík. Aftur í ár verður almenna tiltakið í Seyðahúsinum hjá Ognarhaganum á Símunarbrekku.

Allir seyðirnir fáa eitt nummar, so sýnarar ikki vita hvør eigur hvønn seyð. Hetta fyri at hava eina so óhefta meting sum møguligt.

Fyriskiparnir gera klárt um morgunin. Sýnarar koma úr Suðuroy og byrja at sýna klokkan 13.00, har mát verða tikin av seyðunum

Virðislønir vera latnar fyri: Hagi (1, 2 & 3), Seyður (1, 2 & 3), Veðrur 1 og Eldri veðrur 1

Kaffi/te og kaku verður til øll vitjandi, og eftir seyðasýningna vera haru hagarnir seldir


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder