Innanlands

Stór skalvalop rakt bygdir á Vestfirðum í Íslandi

Ein genta varð gravað úr einum húsum á Flateyri, men eingin hevur fingið stóran skaða í skalvalopunum. Undantaksstøða er nú lýst

(Mynd: mbl.is)

(Mynd: mbl.is)

2020-01-15 09:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Áleið midnátt vórðu tvær bygdir raktar av trimum skalvalopum á Vestfirðum. Tvey vóru á Flateyri og eitt á Suðureyri. Tað seinna lopið á Flateyri rakti eini hús, og ein ung genta noyddist at bjargast úr teimum. Eingin mansskaði hendi, men ymiskur materiellur skaði hevur verið í bygdunum. 

Bjargingarfólk komu skjótt á staðið, og bjargingarlið eru í økinum, um okkurt skuldi hent aftur. Undantaksstøða er lýst í lítlu bygdunum. Á Flateyri sleppa fólk ikki út, meðan á Suðureyri eru íbúgvarnir bidnir um at halda seg frá havnaøkinum. Hetta skrivar Morgunblaðið

[object Object]
Har skalvalopini hendu (Mynd: mbl.is)

Vestfirðir er ein hálvoyggj í útnyrðingspartinum av Íslandi. Tað er ikki so óvanligt, at skalvalop henda í økinum. Í 1995 var eitt sera stórt av slagnum á Flateyri. 45 fólk vórðu undirgravað og 20 doyðu. 29 hús vórðu oyðiløgd. Hetta gjørdi, at ein verja móti slíkum varð bygd, og mett verður, at hetta hevur hjálpt stórliga hesaferð. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder