Leygardagin 9. apríl klokkan 16 verður stór stuðulskonsert í Løkshøll til frama fyri Føroysku Barnahjálpina og Ukraina. Konsertin er í sambandi við, at tað eru liðin 15 ár, síðani Barnhjálpin varð stovnað.
Helvtin av innkomna peninginum leygardagin fer til hjálp til neyðstødd børn Ukraina, skrivar Barnahjálpin í tíðindaskrivi.
Millum luttakarnar vera Lena Andersen & Niclas Johannesen, Herborg Torkilsdóttir, Kim Hansen, Jens Marni Hansen, Signar í Homrum, Jens Lisberg, Dreingjakórið undir Brúnni, Jona á Váli Olsen & Ása Helena Brynjarsdóttir, Asta Højgaard & Pætur við Keldu og Ólavur á Váli Olsen. Vertur fyri konsertini verður Ásbjørn Berthelsen. Øll hesi stuðla konsertini við at luttaka ókeypis.
Á konsertini verða burturlutaðir tríggir góðir vinningar, harímillum ein ferð fyri tvey við bili við Norrønu.
Barnahjálpin 15 ár
Ætlanin var at hava eina stuðulskonsert í desember í fjør, á sjálvum 15 ára stovningardegnum hjá Føroysku Barnahjálpini, men korona gjørdi, at konsertin mátti útsetast. Síðani er kríggj brostið á í Ukraina, og nevndin hevur gjørt av, at helvtin av inntøkunum av konsertini skulu latast til hjálp til neyðstødd børn har.
Tað er Angelina Johannesen, sum er úr Kharkiv í Ukraina, sum er millumfólk millum Barnahjálpina og móttakarnar av hjálpini. Hon hevur samband við fleiri fólk har, sum taka sær av foreldraleysum børnum.
Til ber eisini at stuðla í sambandi við konsertina á kontu í Norðoya Sparikassa – konta 9865 – 3113951. Helvtin av stuðlinum fer til stuðul til neyðstødd børn í Ukraina, og hin helvtin fer til menningararbeiðið hjá Barnahjálpini í Liberia. Viðmerk flytingina stuðulstiltak.
Fyriskipað konsertina hava Charlotta og Ólavur á Váli Olsen. Atgonumerki til konsertina kunnu keypast á loksholl.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald