2026-10-19 11:30
Í kvøld frá klokkan 18 - 21 verður stór tilbúgvingarvenjing í Eysturoyartunlinum.
Allur tunnilin verður stongdur í sambandi við venjingina, og eingin gjøgnumkoyring verður, meðan venjingin er í gongd.
Fráboðað verður, tá ið tunnilin letur upp aftur, sigur løgreglan.
Venjingin hevur eisini við sær, at seinasti túrur hjá leið 450 hjá bygdaleiðum klokkan 18.25 úr Havn fellur burtur. Seinasti túrurin úr Havn verður sostatt klokkan 16.25, skrivar Strandferðslan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald