
Tað eru fleiri orsøkir til hækkandi bústaðarprísirnar. Stóra tilflytingin hevur sjálvandi stóra ávirkan, har vit seinastu árini eru farin frá at liggja um 48.000 íbúgvar til nú at vera farin upp um 53.000 innan bert seks-sjey ár. Hetta vísir stjórin í Skyn, Petur Mohr Niclasen, á í eini samrøðu við Blaðið Vikuskifti. Hann peikar somuleiðis á lága arbeiðsloysið, og at alsamt fleiri føroyingar gera íløgur í fastogn, tí møguleikarnir at leiga út eru av teimum bestu.
- Nógv síggja hetta sum eina góða íløgu. Bæði í meginøkinum, men eisini á bygd, har fleiri summarhús eru seld fyri høgan prís. Eisini eru nakrir útlendskir keyparar, hóast teir enn eru fáir, sigur stjórin í Skyn.
Spurdur um, hvussu hetta hevur ávirkað bústaðarmarknaðin, sigur Petur Mohr Niclasen:
- Vit hava í dag ein stóran eftirspurning at kalla yvir alt landið, har marknaðurin ikki hevur megnað at nøkta tørvin á bústøðum. Hetta hevur so eisini havt við sær, at prísurin er hækkaður, og í nógvum førum er hann tvífaldaður ella meira. Tað er eingin ivi um, at stóra tilflytingin er ein høvuðsorsøk til stóru príshækkingarnar, tí tá fleiri flyta í mun til tað, sum verður bygt, skapar hetta ein øktan eftirspurning. Stórur eftirspurningur og ov lítið útboð elvir sjálvandi til príshækking, sigur stjórin í Skyn.
Hann vísir somuleiðis til góðu tíðirnar, sum vit liva í, har nærum øll hava arbeiði og sostatt eisini møguleika fyri at fáa lán.
---
Tema um bústaðartrot
Blaðið Vikuskifti fer í tveimum útgávum at viðgera bústaðarmarknaðin og serliga bústaðartrotið, ið er vaksið nógv seinnu árini. Ikki minst eftir stóru tilflytingina og harvið stóra fólkavøksturin, sum vit hava upplivað í Føroyum seinastu seks-sjey árini.
---
Les alla greinina og aðrar ókeypis í Blaðnum Vikuskifti her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald