Sangur, tónleikur, hugni, felagsskapur og páskaboðskapurin er í fokus á ungdómspáskastevnuni í Meinigheitshúsinum í Havn.
- Tað er ungdómurin í Meinigheitshúsinum, sum skipar fyri stóra ungdómstiltakinum um páskirnar. Í fjør var fult hús av ungum, og væntandi verður ikki minni hesuferð, har góður lovsangur og framførslur. Møtir verða langa fríggjakvøld til sunnukvøld kl. 19.30, skrivar Trúboðin á heimasíðuni.
Yvirskriftin fyri dagarnar er ‘Ein nýggj byrjan’, deilt upp í eitt undirtema fyri hvørt kvøld. Fríggjakvøldið talar Jákup Brúsá um evnið ‘Hví mátti Jesus doyggja?’. Leygarkvøldið talar Tóta Akursmørk um evnið ‘Tá vónin brestur’. Og sunnukvøldið talar Kartin Høgnesen um evnið ‘Uppreisnin broytir alt!’.
Umframt spennandi boðskap verður lovsangur og tónleikaframførslur á skránni við Erlu Mortensen og Heðin Askham leygarkvøldið og kórinum í Meinigheitshúsinum sunnukvøldið.
Skráin sæst á www.meinigheit.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald