Innanlands

Stór ungdómspáskastevna verður í Havn um vikuskifti

Møtir eru á skránni í Meinigheitshúsinu langafríggjakvøld, leygarkvøld og fyrsta páskadag. Øll byrjar klokkan 19.30, skrivar Trúboðin

Tað er ungdómurin í Meinigheitshúsinum, sum aftur í ár skipar fyri - í fjør var fult hús (Mynd: trubodin.fo)

Tað er ungdómurin í Meinigheitshúsinum, sum aftur í ár skipar fyri - í fjør var fult hús (Mynd: trubodin.fo)

2024-03-27 13:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Páskahátíðin er fyri framman, og sum vant eru fleiri andalig tiltøk við møtirøðum og øðrum á skránni kring landið.

Heimasíðan trubodin.fo skrivar, at stór ungdómspáskastevna í Meinigheitshúsinum í Havn, har sangur, tónleikur, hugni, felagsskapur og páskaboðskapurin eru í miðdeplinum.. 

Tað er ungdómurin í Meinigheitshúsinum, sum aftur í ár skipar fyri - í fjør var fult hús.

– Er páskaboðskapurin um Jesu deyða og uppreisn viðkomandi fyri okkum í dag, spyrja fyrireikararnir? Hesin spurningur er serliga viðkomandi, tá hugsað verður um, hvussu nógv ung í dag stríðast við angist, strongd, einsemi, stúran og ótta í dag. Páskaboðskapurin er ein boðskapur um frælsi, sum Jesus vann okkum øllum, tá hann doyði á krossinum og reis uppaftur frá deyðum.

[object Object]

Trý møti eru á skránni: Langa fríggjakvøld, leygarkvøld og sunnukvøld, 1. páskadag. Øll byrja klokkan 19.30.

Fulla skráin sæst á meinigheit.fo

Yvirskriftin fyri dagarnar er ‘Ein nýggj byrjan’, deilt upp í eitt undirtema fyri hvørt kvøld. Fríggjakvøldið talar Jákup Brúsá um evnið ‘Hví mátti Jesus doyggja?’. Leygarkvøldið talar Tóta Akursmørk um evnið ‘Tá vónin brestur’. Og sunnukvøldið talar Kartin Høgnesen um evnið ‘Uppreisnin broytir alt!’.

Lovsangur og tónleikaframførslur eru eisini á skránni við Erlu Mortensen og Heðin Askham leygarkvøldið og kórinum í Meinigheitshúsinum sunnukvøldið. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder