"kann eg hava armin soleiðis her?", "eg burdi keypt mær hús í bergen" og "tú pjøvist ikki at leggja alt tú hugsar á facebook" eru millum sangirnar, sum Dania O. Tausen fer at syngja á konsertini í Norðurlandahúsinum, 15. september klokkan 20.
Konsertin er ein útgávukonsert í sambandi við nýggju plátuna hjá Daniu "ja/nei – og restin av vikuni". Plátan er býtt upp í eina JA- og eina NEI-síðu og viðger trupulleikan at taka avgerðir og hava ábyrgd av sínum egnu mynstrum. Í sambandi við konsertina ber til at keypa sær LP-plátuna.
Vit kenna Daniu frá Skál, SWAY, Reality Bytes og Æðrasoppum. Í 2021 útgav hon sína fyrsta plátu, gonguteigatúnatos, sum Dania O. Tausen. Plátan fekk góða umrøðu. Hendan seinna plátan er, eins og tann fyrra, framleidd í Syðrugøtu hjá systkinabarninum, Benjamini Djurhuus. Hesaferð er tað eisini saman við tónlistamanninum, Ragnari Finsson.
Við á konsertini eru: Dania O. Tausen (sang), Benjamin Djurhuus (gittar, kór), Ragnar Finsson (gittar, kór), Ari Johannesen (gittar, kór), Vár Miðberg (trummur, kór), Elin Maria Hansen (bass, kór) og Cantabile (kór).
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald