Innanlands

Stór venjing á Hotel Brandan í gjár

Sløkkiliðsbilar, sjúkrabilar, løgreglan og bjargingarfelag vóru væl mannað á Hotel Brandan í gjár, har skipað var fyri einari tvørfakligari venjing

(Mynd: Tórshavnar Sløkkilið)

(Mynd: Tórshavnar Sløkkilið)

2022-03-04 08:48 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað vóru helst fleiri sum stúrsaðu við, tá tey í gjárkvøldið sóu neyðsynjarakfør í hópatali standa uttan fyri Hotel Brandan í Havn.

Einki álvarsligt var kortini á vási, tí talan var bert ein eina venjing. Ein tvørfakliga venjing, sigur Tórshavnar Sløkkilið.

Eldur og bjarging var á skránni. 

- Vit fingu hjálp frá starvsfólki á Hotel Brandan, sjúkraflutningstænastuni, løgregluni og dronu tilbúgvingini hjá Bjargingarfelagnum í Havn. Tað eyðnaðist at bjarga gestunum og at basa eldinum, ein lærurík venjing fyri allar partar, sigur Tórshavnar Sløkkilið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder