Fólk í Sandoynni og við Velbastað og Kirkjubø skulu rokna við nógvari ferðslu við neyðsendarakførum, sirenum og bláum blunkum seinnapartin í dag.
Talan er um eina venjing, sum verður gjørd í Sandoyartunnlinum, nú hann verður gjørdur til reiðar til at lata upp fyri almennari ferðslu hósdagin. Ein partur av liðugtgerðini av tunnlinum er, at gjøgnumførast verður ein kravd sokallað ‘full skala’-venjing, har allar installsjónir og allir partar í tilbúgvingini verða sett undir trýst.
Vaktleiðarin á politistøðini upplýsti í morgun, at venjingin verður einaferð seint seinnapartin, men kundi ikki siga nágreiniliga nær venjingin byrjar.
- Vit hava gjørt tað soleiðis, at venjingin í minst møguligan mun kemur at órógva ferðsluna í Havn. Tí flyta vit akførini til eitt uppsamlingsstað á Velbastaðhálsi, og senda útrykningsførini avstað haðani, upplýsir vaktleiðarin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald