Innanlands

Stór verkætlan í Hovi á hópfígging

Ætla at smíða stórt víkingaskip og tilhoyrandi stásiligt neyst

2021-08-18 16:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ætlanirnar um at gera Hovs bygd til víkingahøvuðsborg Føroya, eins og hon kanska einaferð hevur verið, nærkast.

Eftir at Felagið Víkingaskipið fyrr í summar fekk 300.000 krónur í stuðli frá Betri stuðulsgrunnunum, er felagið nú eisini farið á Hópfígging at savna inn pengar til stórbæru og framsøknu ætlanina at lata eitt 24 metra langt og 5 metra breitt víkingaskip smíða. Fyrimyndin er kenda norska Gokstadskipið.

Eisini skal byggjast eitt stásiligt neyst við fiskastykkið í Hovi. Tríggjar neystagrundir eru longu fingnar til vega, og klárt er at fara undir arbeiðið.

Víkingaskipið skal smíðast í Hovi, og tað verður bátasmiðurin Guðmundur Sjúrðarson Norðbú, sum seinast stóð fyri høvuðsumvælingini av Norðlýsinum, sum skal standa fyri arbeiðinum.

Tilfarið verður alt høgt við øks, og ætlanin er eisini at byggja eina smiðju á staðnum, har naglarnir til skipið verða gjørdir á gamlan hátt.

“Skipið verður bygd av føroyingum, í Føroyum, til føroyingar, á sama hátt sum fyri 1000 árum síðani”, verður millum annað skrivað í lýsingini av verkætlanini.

Eisini skal eitt stásiligt neyst byggjast við víkingalanghúsinum sum fyrimynd. Albert Isfeldt, arkitektur, hevur gjørt tekningar, sum síggjast á heimasíðuni hjá Hópfígging.

[object Object]

Bæði neyst og gildisskáli
Sambært tekningunum kann neystið brúkast til nógv meira enn skjól hjá víkingaskipinum. Tí við at hiva skipið upp undir tróðrið, verður neystið ein stórur salur, sum kann brúkast til alskyns mentanarlig høvi.

Møguleiki er at hava opnan eldstað á miðjum gólvi, eins og í langhúsunum hjá víkingunum, og húsið skal eisini brúkast sum gildisskáli, til fyrilestar og annars til tey endamál, sum eitt vanligt bygdarhús hevur.

Formaður í felagnum Víkingaskipið er Finnbjørn Hovsgarð, og yvirhøvur er tað hann, sum eigur hugskotið, bæði til víkingaskipið, men eisini at menna Hov til ein miðdepul fyri at varðveita víkingasøguna í Føroyum.

Herundir er filmur, har Finnbjørn greiðir frá sínum lívi og um tankarnar hann hevur um Hovsbygd og víkingaarvin í Føroyum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder