Innanlands

Stór verkætlan um barnakrabbamein sett í gongd í Føroyum

Hon hevur til endamáls at kanna, um ílegur eru partur av orsøkini til, at summi føroysk børn fáa krabbamein.

Marin Strøm og Maria Skaalum Petersen, granskarar, hava tikið stig til hesa verkætlanina. Hon er eitt samstarv millum Deildina fyri Børn og Ung Somatik  á Landssjúkrahúsinum, Heilsugranskingareindina í Sjúkrahúsverkinum, Fróðskaparsetur Føroya, Heilsustýrið og granskarar á Ríkissjúkrahúsinum (Mynd: setur.fo)

Marin Strøm og Maria Skaalum Petersen, granskarar, hava tikið stig til hesa verkætlanina. Hon er eitt samstarv millum Deildina fyri Børn og Ung Somatik  á Landssjúkrahúsinum, Heilsugranskingareindina í Sjúkrahúsverkinum, Fróðskaparsetur Føroya, Heilsustýrið og granskarar á Ríkissjúkrahúsinum (Mynd: setur.fo)

2025-01-22 10:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hóast granskað hevur verið í barnakrabbameini í mong ár, vita vit enn sera lítið um, hví summi eru í øktum vanda fyri hesi sjúkuni.

Soleiðis greiðir Fróðskaparsetur Føroya frá á heimasíðu sínari í sambandi við, at ein nýggj granskingarverkætlan er sett í verk.

Har verður kannað, um ílegur eru partur av orsøkini til, at summi føroysk børn fáa krabbamein. 

- Hóast tað ikki tykist, at genetikkur er ein stór orsøk til barnakrabbamein, so benda úrslit frá umfatandi ílegukanningum á, at meira enn 10 prosent av øllum tilburðum av barnakrabbameini á einhvønn hátt eru grundað í hesum.

Víst verður á, at Føroyar eru genetiskt serstakar, tí vit sum fólk stava frá nøkrum fáum forfedrum og hava verið lutfalsliga avbyrgd frá umheiminum í rúma tíð. Hetta gevur okkum í Føroyum serstakar møguleikar, tá leitast skal eftir ílegum, ið kunnu elva til barnakrabbamein, skrivar setur.fo.

Marin Strøm og Maria Skaalum Petersen, granskarar, hava tikið stig til hesa verkætlanina, sum er eitt samstarv millum Deildina fyri Børn og Ung Somatik  á Landssjúkrahúsinum, Heilsugranskingareindina í Sjúkrahúsverkinum, Fróðskaparsetur Føroya, Heilsustýrið og granskarar á Ríkissjúkrahúsinum.

- Rebekka Blak, lækni, kemur at standa fyri dagliga virkseminum í samstarvi við Absalon Eysturoy, barnalækna, sum er kliniskur ábyrgdari í verkætlanini. Marnar Fríðheim Kristiansen, ph.d., hevur ein ráðgevandi leiklut.

Verkætlanin er fíggjað av Team Rynkeby Føroyar, Krabbameinsfelagnum, Betri Stuðulsgrunni, Børnecancerfonden og Kræftens Bekæmpelse.

Øll tey, sum sambært Krabbameinsskránni, hava ella hava havt barnakrabbamein, fáa innbjóðing at luttaka í hesi verkætlan. Foreldur teirra verða samstundis boðin at luttaka, upplýsir Fróðskaparsetrið at enda.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder