Eysturoyar Vinnulívsfelag (EVF) skipar fyri stórum tiltaki seinnapartin mikudagin 28. oktober, har vitlíki og kappingarføri hjá vinnuni verður á breddanum.
Talan er um árligu ráðstevnuna hjá EVF, sum er almenn, og tí er tilmelding neyðug.
- Eitt av høvuðsendamálinum við EVF er at arbeiða fyri at stimbra kappingarføri hjá vinnuni í Eysturoynni. Í dagsins vinnuumhvørvi er tað lítil ivi um, at evnini hjá fyritøkum til at gagnnýta Vitlíki til øktan produktivitet vilja vera avgerandi fyr iat klára seg í kappingini í komandi tíðum. Menningin gongur við rúkandi ferð, og tað ber ikki til at lata vera við at taka støðu til eina vitlíkis strategi.
Á ráðstevnuni vera fimm framløgur á skránni:
- Kristian Eli Zachariassen KT-Leiðari á Bakkafrost: Frá vitlíki til ítøkiligt virði
- Høgni Dahl Jakobsen CFO á Bakkafrost: Kappingarføri og produktivitetur í einum nýggjum veruleika
- Ólavur Simonsen, frá Kodio (Greitt verður frá hvussu vitlíki verður brúkt í arbeiðnum)
- Leif Johannesen, frá Gro Aqua (Greitt verður frá hvussu vitlíki verður brúkt í arbeiðnum)
- Eyðun Klakstein, venjari hjá A-Landsliðinum í fótbóli, greiðir frá hvussu landsliðið hjá monnum nýtir vitlíki til strategi arbeiðið, dystarplanlegging og greining - og eisini hvat verður frávalt
Byrjað verður klokkan 13, og ráðstevnan hjá EVF endar klokkan 16.30 mikudagin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald