Uttanlands

Stóra Bretland útihýsir Huawei frá 5G-netinum

Eftir trýst frá eitt nú USA hevur Stóra Bretland gjørt av, at útihýsa Huawei frá at útbyggja 5G netið

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-07-14 14:28 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Stóra Bretland hevur valt at, útihýsa kinesisku fyritøkuna Huawei frá at luttaka í útbyggingini av 5G netinum í landinum. Tað boðar mentamálaráðharrin Oliver Dowden frá týsdagin sambært Reuters.

Allar fjarskiftisfyritøkur skulu tí taka alla Huawei útgerð burtur frá teirra 5G netið í seinasta lagið í 2027 boðar Dowden frá. Og við ársskifti verður ikki møguligt at keypa Huawei lutir til 5G.

Avgerðin merkir eisini, at útbyggingin av 5G netinum verður seinkað boðar Dowden frá.

Avgerðin hvílir á, at tjóðskaparliga miðstøðin fyri cybertrygd (NCSC) hevur broytt sína váðameting mótvegis Huawei.

Huawei er longu á svarta lista í USA, sum hevur banna Huawei frá útbyggingini av 5G netinum í landinum.

USA grundgevur við, at Huawei er ein hóttan mótvegis trygdini orsaka av tætta sambandinum við kinesisku stjórnina ella herin.

Huawei hevur víst øllum ákærum aftur, og stendur fast við, at fyritøkan er óheft.

Í januar gav Boris Johnse Huawei loyvi til, at veita ein part av tøknini til 5G netið, men USA hevur lagt trýst á Johnson fyri, at fáa hann til at broyta tí avgerðina.

Avgerðin kann væntast, at gerast kostnaðarmikil fyri bretskar telefyritøkur. Áðrenn avgerðin varð tikin boðaði Vodafone frá, at tað fer at kosta fyritøkuni eina milliarda upphædd í bretskum pundum at skifta alla útgerðina frá Huawei út.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder