Mentan

Stóra føroyska bókaútsølan byrjar í dag

Samlaða talið av bókum í ár er á leið 380 ymiskir titlar, harav ein triðingur eru upprunaligar føroyskar bøkur

2024-03-13 11:10 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tann stóra føroyska bókaútsølan er frá 13. – 27. mars 2024.

Samlaða talið av bókum í ár er á leið 380 ymiskir titlar, harav ein triðingur eru upprunaligar føroyskar bøkur.

Ein stórur partur av tí, sum er komið út hesi seinastu árini av skaldsøgum, krimi, stuttsøgum og yrkingum er við. Bunkin av yrkisbókum er eisini trivaligur. Bygdasøgur, ævisøgur, siðsøgur, bøkur um mat og um ítrótt, námsfrøði og andalig viðurskifti liggja lið um lið við nógvar aðrar.

Og sum altíð eru eisini ein hópur av barnabókum, talið er hesa ferð einar 140 við evnum, sum fevna breitt: alt frá fittum ósekum bókum til tann lítla alvan til ræðubøkurnar, sum finnast millum ungdómsbøkurnar.

Tað eru Bókhandlarafelagið og Bókadeild Føroya Lærarafelags sum skipa fyri hesi stórhending.

Sum vit hava sagt fyrr, so er tann føroyski bókamarknaðurin er so mikið avmarkaður, at tað ber ikki til at hava útsølu við føroyskum bókum hvørt ár, men at halda hesa bókaveitslu annaðhvørt ár vísir seg at bera væl til.

Bókaútsølan er altso frá frá 13. – 27 mars 2024. 

Stór útsøluavís verður prentað og send í øll hús í landinum fyrst í viku 11, men tað ber eisini til at lesa avísina á netinum á posta appini áðren tað, og soleiðis fáa øll kunnað seg um allar tær deiligu útsølubøkurnar í frið og náðum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder