Innanlands

Stóra nýggjárskonsertin verður í Kringvarpinum leygarkvøldið

Føroya Symfoniorkestur er til reiðar, solistur kemur úr Svøríki, og eitt úrvalskór á 86 sangarar luttekur. Útselt er til báðar framførslurnar

Tónleikaskráin er undirhaldandi og álvarsom, lovar Bernharður Wilkinson, sum aftur í ár stjórnar Føroya Symfoniorkestri (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Tónleikaskráin er undirhaldandi og álvarsom, lovar Bernharður Wilkinson, sum aftur í ár stjórnar Føroya Symfoniorkestri (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2025-01-09 18:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nýggjárskonsertin hjá Føroya Symfoniorkestri er árliga tónleikaveitslan hjá orkestrinum. Hon er eisini ein av ársins størstu sjónvarpsframleiðslum hjá Kringvarpinum.

- Leygarkvøldið 11. januar klokkan verður árliga nýggjárskonsertin hjá Føroya Symfoniorkestri í Norðurlandahúsinum. Sum siðvenja er – same procedure as every year – so fáa áhoyrararnir í salinum kransakøku og sjampanju, meðan tit heima í stovunum kringlandið eisini kunnu skála við, tí Kringvarp Føroya sendir nýggjárskonsertina beinleiðis í sjónvarpinum.

Soleiðis skrivar Kringvarpið, ið eins og bæði Føroya Symfoniorkestur og Norðurlandahúsið, spílar seg út til árligu tónleikaveitsluna. 

Fyrra framførslan verður í morgin, fríggjadagin 10. janua.

Um framleiðsluna sína skrivar KVF, at fleiri enn 20 fólk eru so ella so knýtt at konsertini – alt frá tøkningum, sum tryggja ljóð, grafikk og myndir, til pallklárgerð til vertirnar á pallinum. Vertirnir verða Elin Michelsen og Tróndur Herason Olsen.

Svenskur sopranur
Sum siðvenja eisini er, so hevur Føroya Symfoniorkestur bjóðað einum spennandi
solisti til Føroya at syngja við orkestrinum og kórinum í sambandi við
nýggjárskonsertina.

Talan er um svenska sopranin Susanna Andersson. Hon hevur nomið sær útbúgving á Guildhall School of Music í London og hevur seinastu mongu árini havt stórar leiklutir í størstu operahúsunum og størstu festivalum í Evropa. Sum lesandi vann hon 1. virðisløn við Kathleen Ferrier Awards, og hon varð vald at luttaka á Rising Stars heimskonsertferðini í 2006/2007.

- Susanna Andersson hevur framført við hópin av symfoniorkestrum, eitt nú Kongaliga kapellinum í Danmark og Svøríki, Symfoniorkestrinum í Helsingborg,
Symfoniorkestrinum í Queensland og Symfoniorkestrinum hjá BBC.

Tónleikaskráin er undirhaldandi og álvarsom, lovar Bernharður Wilkinson, sum aftur í ár stjórnar Føroya Symfoniorkestri. Á skránni er kendur tónleikur frá miklum tónaskaldum, og hon nemur við allar kenslur.

86 sangarar manna úrvalskór
Umframt Føroya Symfoniorkestur luttekur eitt úrvalskór til nýggjárskonsertina, ið telur 86 sangarar.

Longu nú verður avdúkað, at kórið eisini luttekur á várkonsertini hjá Føroya
Symfoniorkestri í mars 2025, tá kórið og Symfoniorkestrið framføra stórverkið Verdi Requiem. Til tað høvið vitja orkesturleiðari og fýra sangsolistar á allarhægsta støði.

Tað er, eins og undanfarin ár, Tóra Vestergaard, ið stendur fyri at venja kórið. Til
stuttleikar kann nevnast, at meðan streymslit var seinnapartin mikudagin, kom tað væl við hjá kórinum, at Kringvarp Føroya hevur egið streymaggregat. Kórvenjingin, sum skuldi vera í Norðurlandahúsinum, bleiv flutt yvir í forhøllina í Kringvarpinum.

Nýggjárskonsertin hjá Føroya Symfoniorkestri verður nú leygarkvøldið. Tað verður sent beinleiðs í sjónvarpinum og á KVF Sjón frá klokkan 20.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder