Mentan

Stór stilladsukonsert í kvøld

Lagt er upp til stórt brak uttanfyri húsini hjá Halli Joensen. Konsertin verður stroymd

2020-08-18 18:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Countrykongurin Hallur Joensen skipar í kvøld fyri stilladsukonsert í Klaksvík. Hann málar húsini í summar, og hevur stillads standandi rundan um húsini, og hví ikki skipa fyri einari konsert.

Kristina Bærendsen og bólkur verða við og við stórum hátalarum er lagt upp til stóra drive-in konsert. 700 høvdu tekna seg, men bara 71 bilar sleppa at standa frammanfyri húsini, sum standa við parkeringsplássið við Keypsamtøkuna.

Tiltakið verður tikið upp og sent beinleiðis á Youtube, Norðlýsinum og á Rás1 hjá Televarpinum. Konsertin byrjar klokkan 19, men tey sum sleppa á parkeringsplássið frammanfyri húsini hava altso longu fingið boð. Hini mugu vera hinumegin vágna ella tílíkt.

Hoyr samrøðuna, sum Norðlýsið gjørdi við Hall Joensen fyrr í dag her

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder