Áðrenn komandi vetur ætlar Stórabretland at víðka um koppsetingarætlanina við at koppseta fleiri móti beinkrím. Endamálið við hesum er at forða fyri, at ov stórt trýst verður lagt á heilsuverkið orsakað av bæði koronu og beinkrími.
– Beinkrím kann vera ein álvarsom sjúka, og vit ynskja at uppbyggja eina verju við at gera metnógv fólk mótstøðufør, sigur bretski heilsumálaráðharrin, Sajid Javid.
– Samstundis sum at tjóðin nærkast einum vanligum lívi, mugu vit læra at liva við koronu saman við øðrum virusum, og vit bjóða uppaftur fleiri mió. ókeypis koppseting móti beinkrími fyri at hjálpa teimum trygt gjøgnum veturin, sigur hann sambært Ritzau.
35 mió. persónar fáa tilboð um koppseting móti beinkrími, harav skúlanæmingar í elstu flokkunum umframt borgarar yvir 50 ár. Koppsetingin móti beinkrími byrjar í september.
Í fjør vórðu 81 prosent av øllum bretum yvir 65 ár koppsettir fyri beinkrím. Higartil hava 88 prosent av bretska fólkinum fingið fyrru koppsetingina fyri koronu, meðan 67,5 prosent eru liðugt koppsett.
Vanliga er stórt trýst á bretsku sjúkrahúsini um veturin orsakað av sjúklingum, sum eru innlagdir við beinkrími. Bretska heilsuverkið stúrar tí fyri, at samansetingin av álvarsomum tilburðum av beinkrími og koronasjúklingum, sum hava tørv á viðgerð kann gera tað enn torførari hjá sjúkrahúsunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald