Uttanlands

Stórabretland: Ávara um stóra Omikron-bylgju

Nýggja frábrigdið spjaðir seg skjótt, og váðastøðið í Stórabretlandi er nú komið upp á fýra

Boris Johnson ávarar um eina

Boris Johnson ávarar um eina "flóðaldu" av Omikron-tilburðum (Savnsmynd)

2021-12-13 11:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Stórabretland er ávegis til at verða rakt av einari "flóðaldu" av Omikron-tilburðum. Soleiðis ljóðaði ávaringin hjá bretska forsætisráðharranum, Boris Johnson í sjónvarpsrøðu sunnukvøldið.

Í gjár var váðastøðið hjá bretum fyri koronu hækkað frá trý til fýra. Hetta er orsakað av, at virusið – serliga nýggja Omikron-frábrigdið – spjaðir seg skjótt. Tó verða ikki fleiri tiltøk sett í verk í fyrstu atløgu.

Longu nú verður heitt á fólk um at halda frástøðu, og til at arbeiða heima. Eisini er krav, at fólk skulu vísa koronupass fyri at sleppa inn á barrir og matstovur.

Boris Johnson leggur afturat, at bretska stjórnin vónar at kunna bjóða øllum vaksnum bretum triðju koppsetingina – ein sonevndur boostari – áðrenn nýggjárið. Hetta er uml. ein mánaður fyrr enn upprunaliga ætlað.

Eisini bretski heilsumálaráðharrin, Sajid Javid ávarar um, at Omikron-frábrigdið spjaðir seg skjótt í bretska samfelagnum.

– Vit vita, at Omikron spjaðir seg sera skjótt. Vit hava ikki sæð nakað líknandi fyrr. Smittutalið tvífaldast annan til triðja hvønn dag, sigur hann.

Sambært Sajid Javid eru uml. 40 prosent av øllum smittutilburðum, sum verða staðfestir í London við nýggja frábrigdinum.

Seinast bretska váðastøðið í Stórabretlandi var á fýra var í mai. Lægsta støðið er eitt, og tað hægsta er fimm. Verður støðið hækkað til fimm merkir tað, at heilsuverkið er undir ov stórum trýsti. Hóast tað ikki er komið hartil enn, byrja bretar longu at síggja innleggingar við Omikron-frábrigdinum, og talið væntast at hækka skjótt.

Sambært Ritzau er tó ógreitt, um tey, sum eru innløgd við Omikron, eru innløgd orsakað av virusinum ella av øðrum orsøkum. Higartil eru eingi andlát skrásett í Stórabretlandi í sambandi við hesum frábrigdinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder