Uttanlands

Stórabretland góðkent tablettir hjá Pfizer

Hesin koronuheilivágurin kann, sambært kanningum, minka um vandan fyri innlegging ella deyða hjá teimum, ið eru serliga sárbær, við nærum 90 prosent

(Mynd: Pfizer)

(Mynd: Pfizer)

2022-01-02 14:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin góðkendi Stórabretland nýggja tablett hjá heilivágsfyritøkuni Pfizer, sum  sigst at geva mildari sjúkugongd hjá teimum, sum fáa koronu.

Hesin heilivágurin, sum verður nevndur Paxlovid, kann, sambært kanningum, minka um vandan fyri innlegging ella deyða hjá teimum, ið eru serliga sárbær, við nærum 90 prosent.

Stórabretland hevur góðkent tablettina fyri koronasjúklingar, sum eru 18 ár ella eldri og hava mild ella tolulig sjúkueyðkenni, og sum verða mett at vera í vanda fyri at gerast álvarsliga sjúk.

Í Stórabretlandi hava tey áður góðkent eina aðra tablett fyri koronasjúklingar, sum eru í vanda fyri at gerast álvarsliga sjúkir.

Talan er um heilivágin Lagevrio frá fyritøkuni Merck, sum minkar um vandan fyri innlegging ella deyða við 30 prosent.

Danska heilsustýrið hevur eisini góðkent heilivágin hjá Merck til sjúklingar, sum eru 18 ár ella eldri. Sambært Ritzau ætlar danska stjórnin bæði at keypa heilivágin hjá Merck og Pfizer. 50 milliónir krónur eru settar av til heilivágin hjá Merck, og 400 milliónir eru settar av til at keypa heilivágin hjá Pfizer.

Heilivágsfyritøkan Pfizer hevur saman við BioNTech ment koppingarevnið fyri koronu, sum verður brúkt í Føroyum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder