Fríggjadagin stongdi Stórabretland fyri ferðandi úr Suðuramerika og Portugal, og mánadagin verður stongt fyri næstan øllum ferðandi.
Sambært bretskum miðlum skulu øll frá fyrst í komandi viku kunna vísa á eitt negativt koronakanningarúrslit fyri at sleppa inn í Stórabretland. Úrslitið skal ikki vera meira enn 72 tímar gamalt. Síðani skulu hesi eisini í sóttarhald í í minsta lagi 10 dagar.
Hendan avgerðin er tikin, tí stjórnin óttast, at nýggj sløg av koronavirus, harímillum bretska slagið, spreiðir seg enn meira.
Nýggjar reglurnar koma í gildi mánamorgunin 18. januar klokkan fýra.
Higartil hava verið summi undantøk, men nú skulu eisini bretar, sum búgva uttanlands, og tey, sum ferðast í arbeiðsørindum liva upp til krøvini um negativa kanning og sóttarhald.
Higartil hevur borið til hjá ferðandi úr 63 londum at ferðast inn í landið uttan at fara í sóttarhald.
Tey einastu, sum frá mánadegnum sleppa undan hesum krøvum eru børn undir 11 ár, ferðandi úr Írlandi, Ermarsundsoyggjunum, Isle of Man, Falklandsoyggjunum, Ascension Island og Sankta Helena. Eisini lastbilførarar og starvsfólk á altjóða tok- og sjóleiðum sleppa undan.
Ferðandi úr St. Lucia, Barbados, Antigua og Barbuda sleppa eisini undan krøvunum fram til 21. januar.
Ferðandi til Onglands, sum ikki fara í sóttarhald, kunnu fáa bót á 1.000 pund, og hendan upphæddin kann vaksa, um ein persónur framhaldandi noktar at fylgja reglunum. Í Wales, Norðurirlandi og Skotlandi kann mann eisini vænta sær bót, men har er upphæddin tó minni.
Gevur mann ikki myndugleikunum rættar kontaktupplýsingar, kann mann eisini vænta sær bót, og tað sama er galdandi, um eitt ferðafólk møtir upp uttan at kunna vísa á negativa koronakanning.
Yvirlit yvir nýggju reglurnar sæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald