Uttanlands

Stórabretland: Øll vaksin hava fingið tilboð um koppseting áðrenn august

Ein góður triðingur av vaksnum bretum hevur nú fingið fyrru koppsetingina – Tá tey eru liðug at koppseta í Stórabretlandi, verða avlopsskamtar latnir teimum fátæku londunum, sigur bretski forsætisráðharrin

Ein kvinna verður koppsett í London (Mynd: EPA)

Ein kvinna verður koppsett í London (Mynd: EPA)

2021-02-21 15:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í Stórabretlandi hava fleiri enn 17 mió. nú fingið fyrru koppsetingina móti covid-19. Tað merkir, at gott ein triðingur av vaksnum bretum nú eru vorðin koppsett.

Bretska stjórnin ætlar nú at framskunda koppsetingina, so øll vaksin yvir 50 ár, sum eru í serligum vanda, hava fingið tilboð um koppseting áðrenn 15. apríl.

Ætlanin er eisini, at øll vaksin skulu hava fingið tilboð um koppseting áðrenn august, lovar bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, sambært Ritzau.

Í mun til onnur evropeisk lond, eru tey í Stórabretlandi so at siga sloppin undan seinkingum í veitingini av koppingarevni.

Orsøkin til hetta er m.a., at bretska stjórnin var rættiliga skjót um bæði at bíleggja koppingarevni og at góðkenna fleiri sløg av koppingarevni.

Um Stórabretland fær alt tað koppingarevnið, sum tey hava bílagt, fáa bretar tríggjar ferðir so nógvar skamtar, sum tørvur er á.

Boris Johnson hevur boðað frá, at avlopsskamtar verða latnir teimum fátæku londunum, men ikki fyrrenn bretar eru koppsettir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder