Í gjár vaknaðu fleiri bretar til heitasta nýggjársdag, sum nakrantíð er skrásettur í Stórabretlandi.
Í einari viðarlund í miðbýnum í London vórðu nevniliga 16,2 hitastig skrásett. So nógvur hiti er ongantíð áður skrásettur í Stórabretlandi 1. januar, sigur bretska veðurstøðin.
Gamla metið var 15,6 stig, og tað varð sett í Cornwall í útsynningspartinum av Onglandi 1. januar í 1916. Talan er sostatt um eitt 106 ára gamalt met, sum nú er sligið, skrivar Ritzau.
Bretskir veðurfrøðingar siga, at árið 2021 sum heild var bæði heitari og turrari enn eitt vanligt miðalár, og endar tað helst á top 20 listan yvir heitastu árini, sum eru skrásett í Stórabretlandi. Skrásetingin byrjaði í 1884.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald