Sunnudagin vórðu 1.062 nýggir smittutilburðir skrásettir í Stórabretlandi.
Talan er um hægsta talið á nýggjum tilburðum, sum er skrásett síðan síðst í juni. Hetta er eisini fyrstu ferð síðan tá, at Stórabretland hevur skrásett fleiri enn 1.000 tilburðir í eitt samdøgur, skrivar Ritzau.
Leygardagin var talið munandi lægri – 758.
Tilsamans eru 310.825 tilburðir skrásettir í Stórabretlandi. Talið á skrásttum andlátum er 46.574.
Sambært worldometers.info hevur Stórabretland 4.576 tilburðir per millión íbúgvar. Í USA og Brasil, sum eru harðast rakt av smittuni, er talið ávikavíst 15.698 og 14.270.
31. juli varð ætlaða upplatingin av bretska samfelagnum útsett, og seinastu dagarnar eru fleiri tiltøk sett í verk.
8. August gjørdist tað m.a. krav at brúka munnbind inni á øllum almennum støðum sum søvn, biografar og kirkjur. Ger ein ikki tað, kann ein fáa eina bót á 100 pund (uml. 825 krónur).
Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson segði í gjár, at mann framvegis vónar at kunna senda børnini aftur í skúla í september, tá summarfrítíð teirra er liðug.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald