Bretski forsætisráðharrin, Rushi Sunak, hevur koyrt innanríkismálaráðharrin, Suella Braverman, frá.
Tað boðar bretska stjórnin frá, sambært altjóða miðlum.
Braverman, sum í longri tíð hevur verið ein umstríddur konservativur politikari, hevur serliga verið fyri atfinningum fyri viðmerkingar sínar um mótmælisfólk, sum hava víst samhuga við palestinar.
Í grein, sum varð útgivin av The Times í farnu viku, fanst hon m.a. at mótmælisfólkunum, og av handfaringini hjá løgregluni av mótmælunum.
Greinin varð ikki góðkend av stjórnini, skrivar Ritzau.
James Cleverly, uttanríkismálaráðharri yvirtekur sessin hjá Braverman, meðan fyrrverandi forsætisráðharrin, David Cameron verður nýggjur uttanríkismálaráðharri.
David Cameron, sum var forsætisráðharri í árunum 2010 til 2016, útskrivaði fólkaatkvøðuna um Brexit í 2016. Sjálvur mælti hann til, at bretar skuldu verða verandi í ES. Men meirilutin var fyri at fara úr ES, og stutt eftir, at úrslitið av fólkaatkvøðuni varð almannakunngjørt, legði hann frá sær sum forsætisráðharri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald